Onki úrslit at finna.
Search by

Heystskeiðið 2024

Bíbliu-háskúlin
í Nesvík

Kom til Jesus – far til næstan

12. august – 13. desember

Kostnaður: 26.500 kr.

Uttanlandsferð til Etiopia


Kom á Háskúlan í Nesvík saman við øðrum ungum og ver partur av einum góðum felagsskapi. Skúlaskeiðið er í 18 vikur og er til tín, sum vilt fara djúpri á tíni trúarferð við spennandi upplivingum, ríkum løtum og uppbyggjandi samfelagi við Gud.


Ver partur av einum mennandi umhvørvi, har hugni og uppbygging sameinast burtur frá gerandisdegnum. Ítrottur, sangur, avslapping, kaffiprát og felags túrar runt í landinum verður eisini partur av skúlalívinum. Vit búgva á skúlanum í Nesvík, ið bæði er friðsælt og fult av møguleikum við ítróttarhøll, fótbóltsvølli og stórum hyli beint við sjóvarmálan.

Partur av skúlaskeiðinum er at fara eina uttanlandsferð saman við felagsskapinum Tæn Afrika til Etiopia. Vit vitja verkætlanir hjá felagsskapinum, uppliva søgulig støð og vera saman við ungum úr skjótt vaksandi Mekane Yesus kirkjuni o.a 

Tá ið nógv hendir hvønn dag, so er neyðugt við stillari tíð, sum er tín tíð saman við Guði. Eitt bønar- og rekreatiónsrúm verður á skúlanum, har til ber at vera í kvirru fyri seg sjálvan.

Kreativa ”rúmið” verður partur av skúlalívinum, har kreativa sinnið sleppur at útfolda seg. Vit fara eisini túrar í náttúruvakra nærumhvørvinum við perlum sum Tjørnuvík, Saksun og Gjógv sum liggja tætt við, og aðrastaðni kring landið.

Í Nesvík er spildurnýggj ítrottarhøll við alskyns møguleikum, sum fótbólt, hondbólt, hockey, flogbólt og fimleik, har vit fara at nýta nógvar góðar løtur saman. Harafturat er uttandura vøllur og hylur við bátum.

Hvat læri eg?

Saman við bestu undirvísarunum í Føroyum og onkrum gestum úr útlandinum kemur tú at hava hesi fak: